Gadus verður heima í morgin

Vinna11-01-2017 - 23:11 - Jóanis Albert Nielsen

Gadus, sum hevur roynt í russiska partinum av Barentshavinum, kemur á Klaksvík í morgin við 448 tonsum, harav 60 tons er heilfrystur toskur og tann stóri parturin er flak.

Gadus fór úr Føroyum 31. oktober, so fiskiskapurin hevur ikki verið av tí besta.

Tað eru 32 mans við hendan túrin, skipari er Brandur Joensen.