Gadus siglir heim

vinna18-10-2019 - 10:19 - Jóanis Nielsen

 Flakatrolarin Gadus siglir heim. Teir hava 300 tons í flaki, Gadus hevur roynt við Svalbard hendan túrin, kvotan við Svalbard er nú uppfiskað.

Gadus fór av Klaksvík 1. september.

Teir koma heim nú tí skipið skal á beding.

Tað eru 32 mans við hendan túrin, skipari er John Fuglø.

Væntandi verða teir heima týsdagin.