
Gadus siglir heim
vinna05-04-2021 - 20:56 - Jóanis Nielsen
Gadus, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum siglir heim við umleið 750 tonsum í flaki. Teir fóru av Klaksvík 21 januar.
Tað eru 32 mans við hendan túrin, skipari er Ólavur Biskopstøð.
Væntandi verður Gadus á Klaksvík hóskvøldið.