Gadus siglir heim

vinna04-10-2017 - 22:52 - Jóanis Nielsen

 Flakatrolarin Gadus er farin at sigla heim, teir hava 380 tons, sum teir hava fiskað í 10 vikur, fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið smáligur, teir royndu fyrst við Svalbard, men fluttu seinast á túrinum í russiskan sjógv, men har royndist heldur ikki.

Gadus landar í Klaksvík, teir verða á Klaksvík fyrst í komandi viku.

Vit hava nakrar myndir niðanfyri, sum sæst so er gott lag á manningini, nú teir hava sett kós heim.