Gadus siglir heim við fullari last

vinna11-03-2018 - 17:10 - Jóanis Nielsen

 Gadus fór í gjár at sigla heim við fullari last av flaki.

Teir hava hendan túrin roynt í norskum sjógvi og byrjaðu fiskiskap 20. januar.

Væntandi verða teir heima mikudagin ella hósdagin.

Tað eru 32 mans við Gadus hendan túrin, skipari er John Fuglø.