Gadus siglir heim við fullari last

vinna08-07-2017 - 11:10 - Jóanis Nielsen

 Flakatrolarin Gadus er farin at sigla heim við fullari last, teir hava 745 tons í flaki.

Talan er aftur um ein góðan túr. Teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum, har hinir føroysku trolararnir, sum eru eystanfyri eisini royna - fiskiskapurin hevur verið óføra góður. Gadus er í løtuni staddur á 71,5N og 44,4E t.e. eystur ímóti Novaja Semlja.

Tað eru 6 vikur síðan Gadus loysti av Klaksvíkini.

Væntandi verður Gadus heima hósdagin.