Gadus siglir heim við 740 tonsum av flaki

vinna21-08-2019 - 16:46 - Jóanis Nielsen

 Flakatrolarin Gadus hevur gjørt ein góðan túr í russiskum sjógvi, teir hava gjørt seinasta tov á hesum túrinum, Gadus hevur 740 tons av flaki, segði skiparin Ólavur Biskupstøð, tá ið vit tosaðu við hann fyri løtu síðan.

Gadus fór avstað 26. juni, so talan er um ein góðan túr. Skiparin segði, at fiskiskapurin hevur verið góðar allan túrin, undantikið tað einu vikuna, tá royndist ikki so væl.

Tað eru 32 mans við hendan túri.

Ólavur Biskupstøð segði, at teir skulu verða á kontrollpunktinum í morgin, síðani verður kósin sett móti Føroyum, hann roknar við, at teir verða á Klaksvík mánadagin.