Gadus siglir heim fullfermdur

vinna16-03-2017 - 23:31 - Jóanis Nielsen

 Gadus, sum hevur roynt í norskum sjógvi í Barentshavinum, fór seinnapartin í dag at sigla heim fullfermdur av flaki - t.v.s. uml. 740 tons.

Gadus fór av Klaksvík 22. januar, teir hava fiskað í 50 dagar.

Gadus verður væntandi á Klaksvík mánadagin. Teir landa veiðuna í Klaksvík.