Gadus siglir heim fullfermdur

vinna17-08-2018 - 08:08 - Jóanis Nielsen

 Gadus er farin at sigla heim fullfermdur - t.v.s. umleið 750 tons í flaki.

Gadus hevur hendan túrin roynt í russiska partinum av Barentshavinum.

Teir settu í nátt kós ímóti kontrolpunktinum, væntandi verða teir á Klaksvík týsdagin.

Gadus fór úr Føroyum 10. juni, teir eru 32 mans við hendan túrin og skipari er John Fuglø.