Gadus kom á Klaksvík tíðliga í morgun

vinna21-08-2018 - 11:04 - Jóanis Nielsen

Gadus, sum hevur verið til fiskiskap í russiskum sjógvi, kom á Klaksvík tíðliga í morgun við uml. 750 tonsum av flaki, sum teir skulu landa í Klaksvík.

Gadus fór úr Føroyum 10. juni, teir eru 32 mans við hendan túrin og skipari er John Fuglø.

Myndirnar hevur Eyðun Høgnesen tikið.