Gadus fer nýggjan túr í dag

Vinna17-01-2018 - 08:33 - Jóanis Albert Nielsen

Flakatrolarin úr Klaksvík fer seinnapartin í dag nýggjan túr. Teir fara í Barentshavið at royna. Gadus kom heim úr Barentshavinum beint fyri nýggjár, og hevur ymiskt arbeiði verið gjørt við skipið.

Manningin henda túrin telur 32 mans, og skipari verður John Fuglø.