G18: Ísland vann eisini seinna U18-dystin

ítróttur02-08-2020 - 19:49 - Jóanis Nielsen

HSF: Ísland vann eisini seinna U18-dystin. Dysturin var tó nógv tættari enn tann í gjár og var spennandi tilmtað seinasta. Ísland vann dystin 21-19, eftir 12-9 í hálvleikinum.

Dagsins leikari hjá Føroyum var ein sera væl uppløgd Rakul Wardum, sum leingi helt Føroyum inni í dystinum í seinna hálvleiki.