G! svarar 16 spurningum

11-07-2018 - 11:00 - Jóanis Albert Nielsen

G!: Her svara vit 16 ofta spurdum spurningum

Nær letur tjaldingarøkið upp?
Tjaldingarøkið letur upp mikudagin 11. juli kl. 14.00 og letur aftur sunnudagin 15. juli kl. 12.00.

Sleppa øll inn á tjaldingarøkið?
Nei, tað krevur armband til bæði festivalin og tjaldingarøkið. Tey kunnu keypast á heimasíðuni gfestival.fo.

Nær letur festivaløkið upp?
Festivaløkið letur upp mikudagin 11. juli 2018 kl 16.00.

Hvar keypi eg atgongumerki?
Á Magnstøðunum í Havn, Runavík, Gøtu, Klaksvík, Miðvági og við Streymin og í Tutl í Havn. Atgongumerki til vikuskiftispass og til einst’ku dagarnar kunnu keypast á heimasíðuni gfestival.fo.

Eg havi keypt eitt atgongumerki, men fekk bara eitt pappír. Hvussu fái eg fatur á armbondunum?
Armbondini fáast her:
Magn við Ringvegin - mánadagin 9. juli til leygardagin 14. juli kl. 8.00 - 23.00.
Magn í Gøtudali - mánadagin 9. juli til leygardagin 14. juli kl. 8.00 - 23.00.
SMS - mánadagin 9. juli til mikudagin 11. juli kl. 10.00 - 18.00.
Atgongumerkjasøla við inngongdina – mikudagin 11. juli til leygardagin 14. juli frá kl. 14.00, tó leygardagin frá kl. 11.00.
Tøting - mánadagin 9. juli til týsdagin 10. juli frá kl. 10.00 til 20.00. Mikudag til leygardag er opið frá kl. 10.00.

Hvussu við børnum?
Børn 12 ár og yngri sleppa inn ókeypis saman við einum vaksnum við armbandi.

Hvar verður tjaldingarøkið?
Tjaldingarøkið er í Norðragøtu millum kirkjugarðin og fótbóltsvøllin. Tú kanst ikki keypa atgongd til tjaldingarøkið har – tú noyðist at keypa tað á sølustøðunum, sí omanfyri.

Hvussu sleppi eg undir brúsu, tá eg tjaldi?
Vesivognar eru beint uttan fyri tjaldingarøkið. Brúsur eru í nýggja ítróttarhúsinum í Sarpugerði. Brúsurnar eru opnar frá kl. 14.00 – 18.00 hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Kostnaður fyri at nýta brúsurnar er 20 kr.

Eru nakrar serligar reglur galdandi?
Ja, tjaldingarreglur eru ásettar, síher.

Hvørjir aðrir gistingarmøguleikar eru, um eg ikki vil tjalda?
Tú kanst sova í húsvogni, gista í einum urtagarði í Gøtu (við egnum tjaldi), gista í eini skúlastovu í Gøtu ella í Leirvíkar skúla. Keyp gisting á gfestival.fo.

Hvussu sleppi eg til og frá festivalin, tá eg tjaldi?
Aftur í ár eru bussar millum festivaløkið, tjaldingarøkið og Leirvík. Bussurin koyrir áhaldandi millum tjaldingarøkið og festivaløkið hósdag til leygardag frá kl. 16.00 til 04.00, umframt eina ferð um tíman millum Leirvík og Gøtu. Ein túrur kostar 20 kr, armband til alt vikuskiftið kostar 100 kr. Armbond kunnu keypast við tjaldingarøkið og í bussinum.
Hvussu sleppi eg til festivalin, um eg búgvi í Havn ella Klaksvík?

Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík og steðgar við Gøtugjógv. Sí ferðaætlan fyri leið 400 á ssl.fo.


Og hvussu sleppi eg heim um náttina?
Náttarbussur frá G! til Tórshavn koyrir úr Syðrugøtu náttina til sunnudag klokkan 04.15, atgongumerki til bussin fæsther.

Hvussu við pottunum, sum eg havi hoyrt um. Kann eg bara fara í?
Økið við svensku pottunum og føroyskari sauna er opið allar festivaldagarnar frá kl. 10.00 til 22.00. Tú skalt tó hava atgongd við einum armbandi, sum fáast frá starvsfólkunum, sum ansa pottum og sauna, ella í atgongumerkjasøluni við Húsgarð. Armbandið kostar 150 kr og kann brúkast alt vikuskiftið. Hav egin svimjiklæðir og handklæði við, ella leiga tey við pottarnar fyri 20 kr hvørt.

Hvat kann eg eta á festivalinum?
Nógv ymiskt. Tú kanst bæði hava mat við sjálvur, keypa mat í nógvu spennandi básunum, ella fáa ókeypis fisk og kips á sandinum leygardagin.

Kann mann hava mat og drekka við inn?
Tú kanst einki drekkandi hava við inn á festivaløkið, men mat kanst tú hava við.