Fyrstu vinnu ph.d.-verkætlanirnar fingið stuðul

Vinna14-08-2018 - 15:57 - Jóanis Albert Nielsen

Gransking.fo: Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, eina mió. kr. til hvørja verkætlan.

Onnur verkætlanin kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi”.Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment. Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Hin verkætlanin kallast “Útvinnan av alduorku við Føroyar”. Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV , Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Les meira á:https://www.gransking.fo/umbraco/preview/?id=5197#?id=5197