Fyrstu vegleiðingarnar um nýggju dátuverndarlógina

30-09-2020 - 13:28 - Jóanis Nielsen

 Fyrstu vegleiðingarnar um nýggju dátuverndarlógina 

Fyrstu vegleiðingarnar um nýggju dátuverndarlógina eru nú tøkar á heimasíðini hjá Dátueftirlitinum, dat.fo. 

Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) kemur í gildi 1. januar 2021. Dátuverndarlógin kemur í staðin fyri løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum samstundis fer úr gildi. Dátuverndarlógin er í høvuðsheitum grundað á ES fyriskipanina um viðgerð av persónupplýsingum (Generel Data Protecion Regulation – GDPR), sum kom í gildi í ES 25. mai 2018. 

Dátuverndarlógin skal verja persónupplýsingarnar hjá tí einstaka. 

Dátueftirlitið fer næstu mánarnar til løgtingslógin kemur í gildi at arbeiða miðvíst við at økja um almenna kunnleikan til lógina og dátuverndarøkið sum heild. Fleiri vegleiðingar eru ávegis, eins og Dátueftirlitið fer at skipa fyri kunningartiltøkum