Jákup B. loysti av Klaksvíkini í gjár.

Fyrstu línuskipini eru áveg til Ísland

vinna21-03-2019 - 08:50 - Jóanis Nielsen

 Fyrstu línubátarnir hava nú loyst, eftir at fiskivinnusáttmálin millum Ísland og Føroyar er komin uppá pláss, eftir at hava ligið í sáttmálaloysi síðan árslok.

Jákup B. og Kambur loystu í gjár, teir eru komnir móti makrinum við Ísland í morgun, og hava sostatt bara nakrar tímar eftir til teir koma á fiskileið.

Mett verður at fleiri av línubátunum fara avstað í komandi viku.