Fyrstu liðini komin

ítróttur05-07-2018 - 07:39 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár var ein søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup, tí klokkan 13:40 lendi umleið 35 gentur og dreingir úr Herfølge Boldklub, ið koma luttaka í Intersport Summar Cup. Hetta eru fyrstu útlendsku liðini, ið koma hendan at luttaka í altjóða fótbóltskappinini, ið B36 skipar fyri.

- U14 dreingirnir hjá okkum vitjaði í fjør í Klaksvík. Hesin túrurin var eitt frálíkt upplivilsi hjá dreinginum, tí valdi vit fegin finna eina kapping í Føroyum at luttaka í, sigur Flemming Andersen, ferðaleiðari hjá Herfølge Boldklub. Hann leggur aftrat, at orsøkin til, at Herfølge Boldklub hevur er slíkt tilknýti til Føroyar er sjálvsagt Jakup Mikkelsen, ið er ein legenda í teirra felag, har hann var við til at tryggja teimum DM í 2000.

U13 liðini hjá B36 og Herfølge Boldklub hava leikt vinardystir í Hoyvík i gjárskvøldið og her vann B36 allar tríggjar dysturnar. Tvey U13 dreingja lið og eitt U13 gentu lið eru komin hendan vegin frá Herfølge Boldklub.

- Tað er fantastiskt, at útlensk lið ynskja koma hendan vegin og luttaka í okkara kapping, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari í einari stuttari viðmerking. Hann leggur aftrat, at eitt av málinum frá byrjan var at fáa útlensk lið at luttaka.

Herfølge Boldklub er tó ikki einasta útlendska liðið, ið luttekur, tí dag koma tvey U15 lið frá norska felagnum SK Haugar til Føroyar.

Intersport Summar Cup 2018 verður á skránni leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018. Leikt verður bæði í Gundadali, Tórsvølli, Argjum og Hoyvík. Alt í alt er talan um 296 dystir!