Fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

mentan26-07-2017 - 21:16 - Jóanis Nielsen

Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum fyrstalærara í Hvalvíkar skúla. Marin er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2003.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir. Hon hevur starvast sum lærari fólkaskúlanum í 14 ár, eitt ár í Miðvágs-Sandavágs skúla, síðani tíggju ár í Sørvágs skúla og seinastu trý árini í Skúlanum á Giljanesi.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton og í mong ár virkin í kappróðri, er nevndarlimur í Róðrarsambandi Føroya, har hon er skrivari.

Marin tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla 1. august 2017.