Fyrsta upptaktin í Betri Deildini

ítróttur09-03-2018 - 14:43 - Jóanis Albert Nielsen

07Vestur.fo: Sunnudagin verður Betri Deildin endiliga skotin í gongd. Fyrireikingarnara hava longu verið í fleiri mánaðar, so tað verður gott at sleppa at síggja besta lið okkara aftur. Fyrsti dysturin verður á Argjum sunnudagin kl. 15.


Í mun til í fjør er lið okkara nokkso nógv broytt. Nøkur nýggj andlit eru og av yngru leikarunum skulu onkrir til at taka størri ábyrgd. Og fleiri eru farnir avstað. Á venjarasíðuni er eisini broytt. Soleiðis er við fótbólti, og spennandi er, hvussu fer at roynast.

Øllum kunnugt, er Pauli Poulsen nýggi venjari okkara. Pauli hevur gjørt eitt megnar arbeiði á Skála undanfarin ár, og millum leikarar og tey rundan um besta liðið, skilst at nýggi venjarin veruliga hevur sett sín dám á. Sær til hjálpar er Sigtór Asbjørn Petersen, sum tók um endan í fjør, við einum megnar háli seinastu umførini, les meira her.