Fyrsta nýggja masturin uppkomin og ljósini íbundin

ítróttur03-03-2018 - 12:19 - Jóanis Albert Nielsen

07Vestur: Við vøllin á Dungasandi í Sørvági verða í hesum døgum nýggj ljós á nýggjum mastrum sett upp. Tann fyrsta av fýra er liðug og lýsir nú. Tær nýggju mastrarnar eru fýra metur hægri enn tær gomlu.


Tá arbeiðið er liðugt verður ljósið niðri við vøllin 380 Lux, sum er væl omanfyri krøvini í 2020. FSF herðir krøvini til ljós á vallum, ið skulu nýtast til spæl í meistaradeildini, Betrideildini. Nýggju ljósini eru væl og virðiliga omanfyri krøvini til í ár, men klára, sum sagt, eisini krøvini til 2020.

Sørvágs Kommuna letur arbeiði gera, og tað eru J&K Petersen og Thorfinn Nielsen, ið gera arbeiðið.