Fyrispurningur um sosiala ójavnan millum gift og samlivandi pør

Politikkur23-05-2018 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður í almannamálum, svarar Kára P. Højgaard, løgtingsmanni uppá fyrispurningur um sosiala ójavnan millum gift og samlivandi pør.

M.a. svarar hon soleiðis:

Munurin í rættindunum hjá giftum og ikki-giftum í føroyskari almannalóggávu kann býtast í tveir høvuðstættir:

Veitingin er vanliga hægri hjá tí, sum ikki er giftur.

Eini hjún hava uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum.

“Landsstýriskvinnan er sinnað at viðgera spurningin um at javnseta gift og samlivandi pør í sambandi við uppfylgingina av pensjónsnýskipanini”.

“Kostnaðurin av broytingini hevði við støði í tali av fólka- og fyritíðarpensjónistum í mars 2018 verið í minsta lagi 80 mió. kr. árliga”.

Landsstýriskvinnan hevur tað sjónarmið, at gift og samlivandi í størri mun eiga at vera javnsett, og at tað ikki skal vera ein vansi at vera giftur».

“Almannaverkið kannar parlags- og bústøðu í Landsfólkayvirlitinum men hevur annars ikki teir stóru møguleikarnar at eftirkanna rættleikan av upplýsingunum. Um Almannaverkið fær fráboðan um óreglusemi, verður hetta kannað, og borgarin verður biðin um frágreiðing”.

“Við verandi lógum og skipanum á almannaøkinum metir landsstýriskvinnan ikki, at ein raðfesting av eftirliti av bústøðu og parlagsstøðu stendur mát við tað, sum møguliga kemur burturúr”.