Fyrispurningur um prísmun á bilum í Danmark og Føroyum

politikkur03-01-2017 - 14:26 - Jóanis Nielsen

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni

Fyrispurningur um prísmun á bilum í Danmark og Føroyum, settur landsstýris­manninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Kann landstýrismaðurin vátta, at ein nýggjur bilur í lættasta vektklassanum er munandi umhvørvisvinarligari, enn ein bilur í tyngra vektklassanum?

2.Kann landstýrismaðurin nágreina, hví teir stóru og tungu bilarnir eru bíligari í Føroyum enn í Danmark?

3.Kann landstýrismaðurin útgreina, hví ein av teimum lættaru bilunum, sum í Danmark kostar áleið 80 - 100 tús., í Føroyum verður seldur 30 -40 tús. dýrari. Er talan um almenn avgjøld, ella er bara talan um óvanliga høgan vinning?

4.Um meirkostnaðurin er vegna avgjøld, fer landstýrismaðurin so at taka ítøkilig stig soleiðis, tað eisini fíggjarliga skal loysa seg at keypa ein minni bil.


Kári P. Højgaard løgtingsmaður Tórshavn, 23. desember 2016 J.Nr.: 16/00586-5

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

frá

Kára P. Højgaard

Fyrispurningur um prísmun á bilum í Danmark og Føroyum, settur landsstýris­manninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Kann landstýrismaðurin vátta, at ein nýggjur bilur í lættasta vektklassanum er munandi umhvørvisvinarligari, enn ein bilur í tyngra vektklassanum?

2. Kann landstýrismaðurin nágreina, hví teir stóru og tungu bilarnir eru bíligari í Føroyum enn í Danmark?

3. Kann landstýrismaðurin útgreina, hví ein av teimum lættaru bilunum, sum í Danmark kostar áleið 80 - 100 tús., í Føroyum verður seldur 30 -40 tús. dýrari. Er talan um almenn avgjøld, ella er bara talan um óvanliga høgan vinning?

4. Um meirkostnaðurin er vegna avgjøld, fer landstýrismaðurin so at taka ítøkilig stig soleiðis, tað eisini fíggjarliga skal loysa seg at keypa ein minni bil.

Svar:

1. Tað er rætt, at tað vanliga hevur verið soleiðis, at bilar í lættaru vektklassunum hava verið umhvørvisvinarligari, enn bilar í tyngru vektklassunum, men hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í dag, tí í dag finnast fleiri dømir, har bilar í tyngru vektklassunum eru teir mest umhvørvisvinarligu.

Tað er stór ferð á tøkniligu menningini av umhvørvisvinarligum bilum í løtuni, og nógv bendir á, at vit standa framman fyri einari kollvelting, har vanligir bensin- og dieseldrivnir bilar fara at verða avloystir av motorum, ið nýta aðra drívmegi, serliga innanfyri menningina av elbilum hendir nógv í hesum tíðum.

Vanliga hevur tað verið soleiðis, at tað eru teir stóru og dýru bilarnir, ið eru fyrst við nýggjastu tøknini. Tí eru eisini fleiri dømir í dag, har bilar í tyngru vektklassunum

teljast millum teir mest umhvørvisvinarligu. Tað vísir seg tó, at tøkniliga menningin innanfyri umhvørvisvinarliga tøkni í løtuni spjaðir seg skjótt til bilar í øllum vektklassunum.

2. Eg kann bert svara fyri, hvussu avgjøldini verða roknaði í Føroyum og í Danmark.

Í Føroyum og í Danmark verða skrásetingargjøldini roknaði av CIF-virðinum á bilinum. CIF-virðið er fakturaprísur + flutningskostnaður + flutningstrygging. CIF-virðið er við øðrum orðum tað, sum vit vanliga kalla fyri innflutningsvirðið.

Í føroysku skrásetingargjaldslógini verður goldið 50% av teimum fyrstu 100.000 kr. av CIF-virðinum og síðan 75% av CIF-virðinum omanfyri 100.000 kr. Harumframt verður goldið CO2-avgjald, alt eftir, hvussu høgt CO2-útlátið á bilinum er, og burturbeiningar­gjald, ið er 5.000 kr.

Danska skrásetingargjaldslógin er munandi meiri fløkt og tung at umsita. Í donsku skrásetingargjaldslógini verður goldið 105% av teimum fyrstu 84.600 kr. av CIF-virðinum og síðan 150% av CIF-virðinum omanfyri 84.600 kr., men so er fleiri reguleringar í donsku lógini, bæði í virðisgrundarlagnum og í sjálvum avgjaldinum.

Í donsku lógini verður CIF-virðið lækkað við frádráttum fyri radio, ABS-bremsur, ESP-skipan og NCAP-trygdarstjørnur, áðrenn komið verður til sjálvt avgjaldsgrundarlagið. Talan er um útgerð, sum flest allir bilar hava í dag.

Harumframt verða í donsku lógini eisini gjørdar reguleringar í sjálvum skrásetingar­gjaldin­um. Hevur bilurin ávaring fyri manglandi nýtslu av trygdarbelti, verða 400 kr. drignar frá skrásetingargjaldinum.

Fyri beinsin drivnar bilar hækkar skrásetingargjaldið 1.000 kr. fyri hvønn kilometur, ið bilurin koyrir undir 16 km/l, men skrásetingargjaldið lækkar harafturímóti 4.000 kr. fyri hvønn kilometur, ið bilurin koyrir omanfyri 16 km/l. Fyri diesel drivnar bilar verður skrásetingargjaldið regulerað við 18 km/l.

Samanberingin omanfyri er bert fyri skrásetingargjøldini í Føroyum og í Danmark. Umframt skrásetingargjald verður eisini álagt meirvirðisgjald á bæði CIF-virðið og vinning, men meirvirðisgjaldið er tað sama í Føroyum og í Danmark. Meirvirðisgjaldið er 25%.

Niðanfyri eru trý tilvildarlig og uppspunnin dømir, sum kunnu geva eina fatan av muninum á skrásetingargjøldunum í Føroyum og í Danmark. Dømini geva eina ábending um, at teir bíligu og lættaru bilarnir eru bíligari í avgjøldum í Danmark, men hetta broytist, tá ið bilarnir gerast dýrari og tyngri, tá verða avgjøldini lægri í Føroyum.

Dømi 1: Bensindrivin persónbilur, har CIF-virðið er 70.000 kr. Bilurin koyrir 26 km/l og CO2-útlátið er 95 g/km.

Danmark Føroyar
CIF-virðið 70.000 70.000
Frádráttur í CIF-virðinum:
-Radio 400
-ABS 3.750
-ESP 2.500
-NCAP-trygdarstjørnur 2.000
Avgjaldsgrundarlag 61.350 70.000
Skrásetingargjald 64.418 35.000
Frádráttir í skrásetingargjaldinum:
-Brennievni bensin (26 km/l) 40.000
-Ávaring fyri trygdarbelti 400
Skrásetingargjald eftir frádráttir 24.018 35.000
Umhvørvisavgjøld:
-CO2-avgjald (95 g/km) 1.900
-Burtrubeiningargjald 5.000
Skrásetingargjald tilsamans 24.018 41.900

Keldur: Fíggjarmálaráðið og Skat Danmark

Dømi 2: Bensindrivin persónbilur, har CIF-virðið er 90.000 kr. Bilurin koyrir 22 km/l og CO2-útlátið er 115 g/km.

Danmark Føroyar
CIF-virðið 90.000 90.000
Frádráttur í CIF-virðinum:
-Radio 400
-ABS 3.750
-ESP 2.500
-NCAP-trygdarstjørnur 2.000
Avgjaldsgrundarlag 81.350 90.000
Skrásetingargjald 85.418 45.000
Frádráttur í skrásetingargjaldinum:
-Brennievni bensin (22 km/l) 24.000
-Ávaring fyri trygdarbelti 400
Skrásetingargjald eftir frádráttir 61.018 45.000
Umhvørvisavgjøld:
-CO2-avgjald (115 g/km) 2.300
-Burtrubeiningargjald 5.000
Skrásetingargjald tilsamans 61.018 52.300

Keldur: Fíggjarmálaráðið og Skat Danmark

Dømi 3: Bensindrivin persónbilur, har CIF-virðið er 110.000 kr. Bilurin koyrir 20 km/l og CO2-útlátið er 124 g/km.

Danmark Føroyar
CIF-virðið 110.000 110.000
Frádráttur í CIF-virðinum:
-Radio 400
-ABS 3.750
-ESP 2.500
-NCAP-trygdarstjørnur 2.000
Avgjaldsgrundarlag 101.350 110.000
Skrásetingargjald 126.930 57.500
Frádráttur í skrásetingargjaldinum:
-Brennievni bensin (20 km/l) 16.000
-Ávaring fyri trygdarbelti 400
Skrásetingargjald eftir frádráttir 110.530 57.500
Umhvørvisavgjøld:
-CO2-avgjald (124 g/km) 3.200
-Burtrubeiningargjald 5.000
Skrásetingargjald tilsamans 110.530 65.700

Keldur: Fíggjarmálaráðið og Skat Danmark

3. Munurin á samanseting av avgjøldum kann hava ávirkan. Sí eitt nú dømi 1 í svarinum til spurning 2. Har sæst, at avgjøldini í Føroyum eru hægri enn í Danmark á bíligum bili. Hinvegin eru tey munandi lægri enn í Danmark á dýrum bili.

Hvussu vinningurin er hjá bilasølunum í Føroyum og í Danmark, og hjá bilasølunum yvirhøvur, kann eg ikki svara fyri. Staðfestast kann tó, at kapping er millum bilasølurnar, og kappingin eigur at koma bilkeyparunum tilgóðar. Føroyskir bilkeyparar hava harumframt møguleika at keypa bil frá danskari ella útlendskari bilasølu, um tað vísir seg at vera bíligari.

4. Løgtingið hevur júst samtykt lóggávu, ið umleggur vegskattin til eitt veg- og umhvørvisgjald. Framyvir verður vegskatturin soleiðis í størri mun tengdur at, hvussu umhvørvisvinarligt akfarið er. Komandi 4 árini verða el- og vetnisakfør heilt frítikin fyri vegskatt. Hetta er liður í ætlanum samgongunnar um at gera tað fíggjarliga áhugavert hjá føroyingum at velja grønar og umhvørvisvinarligar loysnir.

Ætlanin er at eisini skrásetingargjaldið í næstum verður umlagt soleiðis, at hetta í enn størri mun, enn í dag, verður tengt at, hvussu nógv akfarið dálkar. Í løtuni eru ikki ætlanir at fremja aðrar broytingar enn hesar.

Tinganes, 22. desember 2016

Kristina Háfoss