Fyrispurningur til Sirið um løn/lán til pedagogar í verkfalli/verkbanni

Politikkur15-01-2018 - 20:39 - Jóanis Albert Nielsen

§52-a fyrispurningur til Siri Stenberg, landstýriskvinnu í kommunumálum, um lønarútgjaldingar frá kommununum til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfalli.

1. Hvørjar kommunur hava útgoldið limum í Pedagogfelagnum, - ikki vunna løn- , fyri tíðarskeiðið eftir, at verkfallið/verkbannið gjørdist veruleiki?

2. Hvussu nógv hava hesar kommunurnar útgoldið limum í Pedagogfelagnum, í - ikki vunnari løn-, fyri tíðarskeiðið eftir, at verkfallið/verkbannið gjørdist veruleiki?

3. Hvørjar eru orsøkirnar til, at kommunurnar velja at rinda fólki -ikki vunna løn -, undir verkfalli/verkbanni?

4. Er hetta gjørt í samráð við Landsstýrið, ella hava kommunurnar valt at útgjalda hesar – ikki vunnu lønir - av sínum eintingum?

5. Tá onki arbeiði liggur aftan fyri nevndu útgjaldingar skal verða spurt, um rætta heitið á hesum útgjaldingum ikki er “lán”, tá “løn” ikki skal gjaldast aftur ella mótroknast?

6. Hava kommunurnar tryggjað sær, at peningurin verður afturgoldin, og hvussu kann hetta tryggjast um so er, at ein komandi mótrokning í løn ikki kann verða framd orsakað av, at viðkomandi ikki longur er í starvi, og harvið ikki fær nakra løn?

7. Hvør heftir fyri og hevur ábyrgdina av einum møguligum tapi hjá kommununum, um lønin/lánið ikki fæst innaftur?

8. Finst nakað fordømi aðrastaðir, har arbeiðsgevarin/kommunur rinda limum hjá verkafeløgum fulla løn undir verkfalli?

9. Tá hvørki kommunulógin ella onnur lóggáva gevur heimild fyri slíkum serstøkum veitingum, sum í hesum føri kunnu samanberast við lán til fólk í verkfalli, skal verða spurt um talan ikki reelt er um útgjaldingar í heimildarloysi?

10. Um so er, at staðfest verður, at útgjaldingarnar eru farnar fram í heimildarloysi, ætlar landstýrið sum eftirlitismyndugleiki so at handhevja lógina, harundir biðja um, at reist verður ákæra samb. § 56 í kommunulógini, soleiðis at kommunustýrið/kommunustýrislimirnir verða sektaðir við bót fyri brot á galdandi reglur.

11. Um so er, at landsstýrið, sum eftirlitsmyndugleiki velur ikki at handhevja lógina, skal verða spurt um við hvørjari grundgeving, og við hvørjum atlitum, ein slík støða verður vald, og um hetta tá skal skiljast sum ein góðkenning av framhaldandi brotum á heimildarreglurnar, sum so verður at mynda fordømi fyri framtíðina.

Viðmerkingar:

Í samband við, at tað er staðfest, at kommunurnar saman við Fíggjarmálaráðnum hava valt at rinda limum í pedagogfelagnum løn undir verkfalli, sum teir hvørki hava rætt til ella krav uppá, so stinga nakrir spurningar seg upp, sum tað er sera viðkomandi at fáa svar uppá.

Fyri tað fyrsta, so er hetta er eitt sera óvanligt stig, sum stríðir móti øllum arbeiðsrættarligum reglum, har hvør partur sær mótvegis sínum egnu limum hevur ábyrgdina av teimum útreiðslum, sum stava frá einum slíkum verkfalli/verkbanni

So løgi tað ljóðar, so hevur kommunali arbeiðsgevarin, eins og Fíggjarmálaráðið, valt í fyrstu atløgu at fíggja kostnaðin av teimum tiltøkum hjá Føroya Pedagogfelag, sum eru vend móti kommunala arbeiðsgevaranum sjálvum.

Tá kommunala arbeiðsgevarafelagið í fyrstu atløgu boðaði frá, at lønarútgjaldingarnar skuldu steðga undir verkfallinum, er tað av alstórum áhuga at fáa eina nærri frágreiðing um hesi viðurskifti, harundir um hvørji motiv lógu til grund fyri avgerðini um at broyta eina áður gjørda samtykt, og hvørjum áhugamálum hetta skuldu tæna.

Eisini er tað umráðandi at fáa at vita, um heimildarspurningurin í heila tikið var viðgjørdur, og um nakað lógligt grundarlag var undir avgerðini.

Spurningurin er síðan um Landsstýriskvinnan sum eftirlitismyndugleiki hjá kommununum ætlar at liva upp til hesa skyldu og handhevja lógina, ella um Landsstýriskvinnan við vælvaldum undanførslum velur bara at lata standa til, meðan lógin verður undirgravað.

Spurningurin er ógvuliga principiellur, tá hetta er ein spurningur um virðingin fyri lógini skal varðveitast, ella um vit bara kunnu loyva okkum framhaldandi at skúgva reglurnar til viks, vælvitandi um, at onki fær avleiðingar.

Tá støðutakanin til henda týdningarmikla spurning heilt eyðsæð fer at mynda fordømi fyri framtíðina í kommunalum høpi, og sjálvsagt eisini fær avgerðandi týdning fyri spurningin, hvørt tað fyri kommunustýrislimir loysir seg at virða ella ikki virða lógina, er tað so mikið meira umráðandi, at landsstýriskvinnan her kemur við eini púra greiðari útmelding, - sum so óumgongiliga verður atferðarmotiverandi fyri føroysku kommunurnar í framtíðini.

Tá tað fyri vanliga skattaborgaran altíð er áhugavert at vita, hvussu hansara peningur verður umsitin av almennu myndugleikunum , so er klárt, at kostnaðurin av hesum útgjaldingum vegna pedagogfelagið eisini má leggjast fram, samstundis sum nærri verður útgreinað, hvørji útlitini eru fyri at fáa peningin aftur, og hvør heftir fyri eitt møguligt tap í samband við hesar útgjaldingar.

Á løgtingi tann 15. januar 2018

Bill Justinussen, løgtingsmaður