Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um virksemið í grótbrotinum í Porkeri

politikkur30-06-2020 - 15:07 - Jóanis Nielsen

 Svar upp á fyrispurning nr. 100/2019 eftir tingskipanini § 52a 

Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um virksemið í grótbrotinum í Porkeri 

Fyrispurningurin er soljóðandi: 

1. Hvussu kundi tað bera til, at landsstýrismaðurin 20. mai onki kendi til niðurlagingina av virkseminum í Porkeri, sjálvt um stóru broytingarnar longu tá vóru í gerð? 

2. Hvør er orsøkin til, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í Føroyum, tá mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er sera væl egnað til nógv ymiskt brúk í Føroyum? 

3. Tá mann okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, er tá ikki neyðugt at hyggja eftir, um hesi mongu tons ikki kundi verið útvegað úr Føroyum heldur enn úr Noregi? 

Svar: 

Landsstýrismaðurin hevur bíðað eftir frágreiðingini frá stjóranum á Landsverki um, hvussu hann mælir til, at Landsverk í framtíðini skal virkað. 10. juni kom frágreiðingin. Í henni verður um skerv og grótframleiðslu m.a. sagt: 

“Framleiðslan av gróti og skervi fer til vanliga privatbrúkara og -virki, umframt ymsar verkætlanir kring landið og ikki til stórar anleggsverkætlanir, har arbeiðstakarar vanliga sjálvir veita sær neyðuga tilfeingið. Sum dømi kann nevnast útbygging av Tórshavnar Havn, ið fær grót úr Glyvursnesi, tunnilsarbeiði ella størri kommunalar útstykkingar. Hinvegin verður asfalt framleitt til arbeiði kring alt landið.

 Framleiðslan hjá Landsverki er eitt sokallað inntøkufíggjað virksemi, og merkir hetta, at allar fastar útreiðslur, herundir útreiðslur til millum annað tólbuna, avskrivingar, maskinur og løn til starvsfólk, verður goldið av teimum inntøkum, ið fáast frá sølu av gróti, skervi og asfalti.” 

Víðari stendur, at: 

“Framleiðsla av gróti, skervi og asfalti var ein natúrligur partur av virkseminum hjá Landsverki, tá stovnurin var arbeiðstakari á fleiri stórum verkætlanum. Men umráðandi er, at um Landsverk framhaldandi skal reka virksemið, at tað verður so effektivt sum gjørligt, og at man er kappingarførur, eisini í mun til tilfar, ið kemur uttanlands frá.“ FÍ G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 

“Framleiðslan er ikki nóg effektiv í dag, m.a. tí at amboðsparkin er ov stór til endamálið, og tí at virksemið ikki hevur verið nóg væl skipað. 

Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um amboðsparkina, ið fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot – Hundsarabotnur, Hústoft og Porkeri. Tó vil man betra um lønsemið við at niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí at til ber at keypa tilfar munandi bíligari aðrastaðni. Vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy heldur tó fram.”

 Landsverk hevur aftaná, at frágreiðingin gjørdist almenn, upplýst, at grótið í Porkeri er væl egnað til asfaltsnýtslu. Landsverk sigur, at av tí at framleiðslutólini í Hundsarabotni, ið skulu virka tilfarið úr Suðuroy, eru so gomul og niðurslitin, er óvissan um framleiðsluna á verkinum í Hundsarabotni ein av høvuðsorsøkunum til, at stovnurin hevur valt at steðga framleiðsluni til asfalt í Porkeri fyri fyrst. 

Starvsfólkini, sum mannað grótbrotið, arbeiða við øðrum uppgávum í oynni, og útgerðin er enn í Porkeri. 

Samlaða nøgdin av gróti úr Porkeri, sum er farin til asfaltframleiðsleiðslu, hevur seinastu árini ligið um eini 30.000 tons árliga.

 Landsverk upplýsir, at tey eru farin undir at arbeiða við einari mobilari loysn, sum kann brúkast í øllum grótbrotunum í landinum. Fyri at framleiðslan kann vera á einum haldbarum og tryggum støði, er neyðugt, at skervverkini hjá Landsverki verða nútímansgjørd, m.a. við at útbyggja verkini til mobilu loysnina. Metta samlaða íløgan er umleið 15 mió. kr. 

Viðvíkjandi tí innflutta tilfarinum skal havast í huga, at ein partur av tilfarinum er ljósur skervur, sum verður tilsettur asfaltinum, m.a. fyri at gera vegin ljósari. Tað kann føroyski skervurin ikki brúkast til. 

Landsverk sigur, at ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot – í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri. 

Sum tað stendur í viðmerkingunum frá Landsverki, eru avbjóðingar við grótbrotinum í Porkeri. Men eingin ætlan er um at niðurleggja tað. Sum longu nevnt, er øll útgerðin í Porkeri, og ongin er uppsagdur. 

Avbjóðingin við framleiðslu í Porkeri til asfaltsframleiðslu er eisini fíggjarlig, nevniliga, at innflutt vøra er bíligari. 

Landsstýrismaðurin hevur nú fingið frágreiðingar frá Landsverki og vil kanna møguleikan, um tað ber til at finna eina loysn, fyri at vit framhaldandi kunnu nýta framleiðslu úr Porkeri til asfaltsframleiðslu. 

Tinganes, 26. juni 2020 

Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum