Fyrilestur við Brynhild W. Kamban í Sørvági í kvøld

21-01-2020 - 08:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld 21. januar, kl. 19.00 heldur Brynhild W. Kamban fyrilestur við heitinum Sjúrðarkvæðið nýtulkað úr kynjafrøðiligum sjónarhorn í Marghøllini í Sørvági. Fyrilesturin hevur støði í meistararitgerð um Sjúrðarkvæðini, har hon greinar, hvussu persónslýsingar og frásagnarhættir mynda kyn. Ritgerðin er ein týðandi bókmentafrøðilig ritgerð og slóðbrótandi kvæðagransking. Øll eru hjartaliga vælkomin.