Fyrilestur um harur verður í Bø

mentan07-11-2017 - 09:33 - Jóanis Nielsen

Tá ið vit í bygdarfelagnum hoyrdu, at Eyðfinn Magnussen skuldi

halda fyrilestur um harur norðuri í Sundalagnum, varð hildið, at vit áttu at

fingið hann at gjørt tað sama í okkara felag.

Heitt varð so á hann, um hetta kundi bera til. Jú, hann var til dystin fúsur

beinan vegin.

So varð tosað um, hvat kvøld hóskaði best. Vit samdust um, at týskvøldið

14.nov. kl. 19.30 lá fyri

Bíggjarbati plagar at hava ymisk tiltøk í ” Pakkhúsinum í Bø

Hetta var ein gamal útihandil frá 1861, sum er settur í góðan stand, so hann

er rættuliga hugnaligur at vera í.

Eyðfinn Magnussen er lívfrøðingur og hevur stóran áhuga fyri harum í

Føroyum.

Nú í nøkur ár hevur hann savnað veiðutøl fyri næstan allar hagapartar

kring landið.

Nú ber so at siga til at fara inn á telduna og síggja, hvussu nógv hvør

einstakur hagi hevur fingið tilsamans.

Um alt hetta fara vit at hoyra meir um týskvøldið 14.nov.kl19.30 í

” Pakkhúsinum ” Bø.

Bygdarfelagið ” Bíggjarbati.”