Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Fyribilsstjórar settir í Betri samtakinum

Vinna14-07-2017 - 16:30 - Jóanis Albert Nielsen

Nevndin fyri Betri Banka P/F hevur í dag avgjørt at seta Bjørn Mortensen í starv sum fyribilsstjóra í Betri Banka, og nevndin fyri Betri P/F hevur avgjørt at seta Mortan Poulsen sum fyribilsstjóra í Betri P/F

Bjørn Mortensen er dani, 49 ára gamal og hevur síðan apríl í ár sitið í nevndini fyri Betri Banka.

Hann hevur royndir úr danska bankaheiminum, har hann í tíðarskeiðnum frá 2006 til 2016 var stjóri í Nykredit Bank.

Mortan Poulsen hevur drúgvar royndir sum stjóri, og er í dag stápsleiðari í Betri P/F og næstformaður í nevndini fyri Betri Pensjón P/F.

Bjørn Mortensen og Mortan Poulsen taka við stjórasessunum í ávikavist Betri Banka og Betri P/F í dag.

Nevndirnar eru farnar í holtur við eina setanartilgongd í arbeiðnum at finna nýggjan stjóra til Betri Banka P/F og ein til Betri P/F.