Mynd: Jórun Elisdóttir Vang

Fyri trygdina, er neyðugt at gera ábøtur á lendingina í Mykinesi

politikkur22-02-2017 - 12:59 - Jóanis Nielsen
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram, um at játtað 2,5 mill. meira til samferðslumál, sum skal brúkast í Mykinesi.

Fólkaflokkurin sigur í viðmerkingunum:

Fyri trygdina, er neyðugt at gera ábøtur á lendingina í Mykinesi. 

Síðan privatir yvirtóku Mykinesleiðina, er ferðafólkatalið vaksið úr 2800 í 2005 til uml. 20.000 í 2016. Eitt ferðslulop, sum bert privat kunnu klára. Men trygdin á lendingini í Mykinesi má betrast. 

Sørvágs Kommuna hevur saman við Landsverki kannað tvær verkætlanir, sum hava stóran týdning fyri tryggleikan hjá teimum, sum koma í land í oynni. 

Onnur neyðug ábót er longdur bryggjukantur, sum eisini gevur 80 kvm av tiltrongdum standiplássi til ferðafólk. Eisini verður rekkverk og ein kantstokkur fram við keiini. 

Hin ábótin er ein bakkaverja. Sørvágs Kommuna hevur fyri stuttum asfalterað Fjørudalsgøtuna, og eftir stuttari tíð er riva komin í asfaltið. Fóturin niðri á hellini í gjónni gevur seg undan.  

Í umsókn til Henrik Old, landstýrismann, við avritið til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum hevur Sørvágs kommuna sent prosjekt, har hesar ábøtur kunnu gerast fyri sera sámiligan prís. Sambært viðløgdu skjølum kann hetta neyðuga arbeiði gerast fyri 2,5 mió. kr.

Sí fylgiskjølini:
Upprunauppskot21-02-2017
Fylgiskjal 01: Skriv frá Sørvágs kommunu til Henrik Old, landsstýrismann21-02-2017
Fylgiskjal 02: Teldupostur frá HMP Consult til Sørvágs kommunu21-02-2017
Fylgiskjal 03: Kostnaðarmeting frá HMP Consult21-02-2017
Fylgiskjal 04: Tekning frá HMP Consult Atløgusíða í Mykinesi21-02-2017
Fylgiskjal 05: Teldupostur frá HMP Consult til Sørvágs kommunu21-02-2017
Fylgiskjal 06: Tekning frá HMP Consult Bakkaverja í Mykinesi21-02-2017