Fýra starvsfólk og avloysarar til stuðulsfyriskipan í Sandavági

vinna14-11-2018 - 15:16 - Jóanis Nielsen

Søkt verður eftir fýra fólkum og avloysarum at arbeiða sum stuðulsfólk hjá borgara við seinheilaskaða í Sandavági.

Um størvini

4 størv við brøki 1,0 til setan 1. desember 2018 ella eftir nærri avtalu. Avtala kann eisini gerast um at arbeiða niðursettan brøk. Arbeitt verður í heiminum hjá borgaranum í dag- og kvøldvaktum, allar dagar í vikuni. Somuleiðis verður søkt eftir avloysarum til hesa stuðulsfyriskipan.

Arbeiðsuppgávur

Talan verður um átøk í heiminum hjá borgara við seinheilaskaða. Starvsfólkini koma veita stuðul til at skipa gerandisdagin, venja førleikar og annað í samstarvi við borgaran. Borgarin skal sjálvur vera við til at mynda innihaldið í tilboðnum og skal, í tann mun tað er gjørligt, hava virknan lut í arbeiðinum. Talan verður um nógvar ymiskar uppgávur, m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum, soleiðis at viðkomandi fær ein mennandi og gevandi dag.

Førleikar

Søkt verður eftir, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, heilsuhjálpara, námsfrøðingi, ergoterapeuti ella fysioterapeuti. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett. Neyðugt er at hava koyrikoyrt til bil.

Vit vænta at tú

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta eisini, at tú, við eldhuga tekur lut í avbjóðingum í gerandisdegnum hjá borgarunum. Væntað verður, at tú hevur hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt, ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum, hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul. Somuleiðis verður væntað ,at tú er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar
Vit vænta, at tú er sálarliga og likamliga væl fyri, at tú ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, umframt at tú skalt duga at siga frá og vera avgjørd/ur. Væntað verður at tú trívist við at arbeiða einsamøll/mallur

Trivnaðardepilin – Eind 4

Stuðulsfyriskipanin er í Eind 4 í Trivnaðardeplinum sum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu. Alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágum er skipað undir Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum – Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið, Føroya Pedagogfelag, Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast tilstarv@av.foella til Almannaverkið Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn, Viðmerkjast skal. “Umsókn Eind 4 – Stuðulsfyriskipan”.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 27.11.2018 kl.12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.