Fýra nýggir smittutilburðir staðfestir

corona30-09-2020 - 15:17 - Jóanis Nielsen

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Teir fýra persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 657 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 129.942 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 467 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 429 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 38 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 30. september 2020 kl. 14:02