Mynd: Skanderborg Håndbold

Fýra føroyingar danskir steypavinnarar

ítróttur20-03-2019 - 19:22 - Jóanis Albert Nielsen

Steypafinalurnar í donskum ungdómshondbólti hava verið um vikuskiftið, og steypavinnararnir hjá U18 við bæði kvinnum og monnum hava føroyingar á liðnum.

Hjá kvinnum vann Ikast, har Lív S. Poulsen spælir. Lív og liðfelagarnir vunnu 25-23 á Horsens.

Skanderborg vann steypafinaluna hjá monnum, sum hevur heili tríggjar føroyingar á liðnum. Teir eru Hákun West av Teigum, Elias á Skipagøtu og Pauli Jacobsen. Skanderborg vann 30-27 á Århus Håndbold. Tað undrunarverda er, at liðið hjá føroyingunum er eitt U16-lið, sum vann steypakappingina fyri ein árgang eldri.

Í apríl byrja hálvfinalurnar um danmarkarmeistaraheitið, og ungu føroysku leikararnir hava allir vunnið seg í sonevnda “Final4”.