Fýra bilar í ferðsluóhappi beint nú

top08-07-2018 - 19:09 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri lítlari løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp beint vestanfyri Leynatunnilin, fýra bilar eru í ferðsluóhappinum. Løgreglan og sjúkrabilar eru komnir á staði.

Dagført: Sum vit hava frætt, so er tíbetur ikki stórur fólkaskaði av óhappinum.

Løgreglan, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar eru á staðnum.

Tað hava verið langar bilrøðir, tí ferðslan er tarnað.