Fuglberg og Skoraberg skulu landa gulllaks á Kósini

vinna10-04-2018 - 08:30 - Jóanis Nielsen

 Fuglberg og Skoraberg, sum hava fiskað gulllaks sunnast í føroyskum sjógvi, fóru seint í gjárkvøldið at sigla inn nærum fullfermdir, teir hava tilsamans 230 tons, sum teir skulu landa á Kósini.

Teir verða á Klaksvík eftir middag, og byrja at landa beinanvegin teir koma inn. Tavan í Leirvík keypir veiðuna.

Fuglberg og Skoraberg fara nýggjan túr í morgin, tað er okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiðið, sum skal fáast frá hondini, áðrenn teir loysa aftur.