Fuglberg fann Argo-flot

Vinna17-04-2018 - 12:39 - Jóanis Albert Nielsen

Hav.fo: Av og á fær Havstovan ymsar lutir í húsið, sum fólk hava funnið á sjógvi ella landi. Tíðliga í januar fekk trolarin Fuglberg ein gulan lut í trolið, sum teir lótu Havstovuni. Hetta vísti seg at vera eitt Argo-flot (eng: float), sum ein týskur stovnur hevði sett út á sumri 2014.

Eitt Argo-flot (mynd til høgru) er eitt tól, sum kann broyta sína evnisvekt og harvið kann stýra, um tað skal søkka ella flotna. Tá eitt Argo-flot verður sett í sjógvin, ger tað seg fyrst tungt, so at tað søkkur niður á t.d. 1000 m dýpi. Argo-flotið hevur hita- og saltmátarar á sær, og meðan tað søkkur (ella flotnar), mátar tað hita og saltinnihald á øllum dýpum. Tá Argo-flotið kemur upp til vatnskorpuna, sendir tað sínar mátingar til lands umvegis fylgissvein og letur seg síðani søkka aftur niður í dýpið.

Argo-flotið, sum Fuglberg fann, var sett út sunnarlaga á Rockall-Hatton bankunum tann 30 juni 2014 (Mynd 1). Haðani rak tað inn í Íslandsdýpið, har tað var um veturin 2014/15. Síðani fór tað norðureftir fram við Hattonbankanum og eysturyvir inn í Rockallrennuna, har tað var til út á várið 2016. Síðani fór tað tvørtur um Wyville-Thomson ryggin og inn Í Bankarennuna og at enda inn á Landgrunnin og út á bankarnar eystanfyri. Seinastu ferð, samband var við Argo-flotið, var tann 30 januar 2017 á positión 62°10.5’N; 5°02.2’W. Fuglberg fekk Argo-flotið í trolið umleið á positión 62°00’N; 5°00’W í januar í ár, tvs umleið á sama staði, har Argo-flotið seinast læt frætta frá sær í januar í fjør.

Sum nevnt, mátar Argo-flotið hita og salt, meðan tað søkkur ella flotnar. Hesar mátingar eru at síggja á mynd 2. Út frá hesum myndum síggja vit m.a. mun millum tann djúpa sjógvin í Íslandsdýpinum og Rockallrennuni: Í Íslandsdýpinum frá umleið 400 m til 1200 m er bæði kaldari og feskari (bláir litir) enn í Rockallrennuni (grønir og gulir litir). Niðarlaga í høgru síðu á myndunum síggja vit myrkabláar litir frá eini 650 m til 8-900 m dýpi – hetta er sannlíkt mátingar frá Bankarennuni, har ísakaldur og feskari sjógvur er. Eisini er vert at leggja til merkis, at í ovastu 50 m ella so er sjógvurin skiftivís heitur (reyðir litir – mynd 2 ovast) og kaldur (grønir litir – mynd 2 ovast), og hetta stavar frá sólini, sum hitar tey ovastu løgini um summarið. Hetta Argo-flotið mátaði eisini gróður í sjónum, og á mynd 2, niðast, síggja vit, at tað júst er í hesum ovastu løgunum, at tað er nógvur gróður um summarið.

Tað er týski stovnurin Bundesamt für Seeschifffahrt und Hydrographie (BSH), sum eigur hetta Argo-flotið og flotið er nú á veg til framleiðaran í USA til nærri kanningar. Starvsfólkini á BSH vóru sera fegin um at fáa hendan møguleikan at send Argo-flotið til kanningar, og tey takka fyri, at manningin á Fuglberg var so beinasom at lata Havstovuni flotið. Mátingar við Argo-flotum er eitt altjóða samstarv, har nógvir havfrøðistovnar seta Argo-flot út í øll heimshøvini (tó uttan øki har ov nógvur ísur er). Í løtuni reka meiri enn 3800 Argo-flot runt í høvunum og senda alsamt sínar mátingar til granskingarstovnarnar. Meiri er at lesa um hesi flot, hvussu tey virka v.m.her.

Mynd 1.Leiðin hjá Argo-flotinum, síðan tað bleiv sett út og til tað gavst at senda data.

Mynd 2.Mátaður hiti (ovast), saltinnihald (mittast) og gróður (niðast) frá Argo-flotinum. Umleið fyrsti triðingurin er frá Íslandsdýpinum, mittasti triðingurin er frá Rockallrennuni og har umleiðir, meðan síðsti triðingurin er frá Bankarennuni og Landgrunninum.

Mátaður hiti (ovast), saltinnihald (mittast) og gróður (niðast) frá Argo-flotinum. Umleið fyrsti triðingurin er frá Íslandsdýpinum, mittasti triðingurin er frá Rockallrennuni og har umleiðir, meðan síðsti triðingurin er frá Bankarennuni og Landgrunninum.