Fuglafjarðar skúli nýggja heimasíðu

mentan01-03-2017 - 13:57 - Jóanis Nielsen

Fuglafjarðar skúli hevur fingið nýggja heimasíðu. Hetta er ein heimasíða, ið er sergjørd til tørvin hjá skúlum. Hon bæði kunnar og er samvirkin


– Heimasíðan er okkara andlit úteftir. Vit vilja bæði kunna foreldrum og øðrum um alt, vit hava at bjóða, men tað er eisini ein samvirkin síða, har næmingar millum annað kunnu lata uppgávur inn, har hvør einstakur flokslærari kann geva boð til flokkin, og har foreldur kunnu boða frá sjúkradegi hjá barni, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Nógvir møguleikar eru á síðuni. Millum annað ber til at síggja heimasetningin hjá næminginum í teimum ymisku flokkunum, upplýsingar eru um royndir og próvtøkur, leinki er til Sprotan, Vitanet og Matpakkin, har eru tíðindi og kalendari, og kunnað verður eisini um stóru útbyggingina av skúlanum.

Skúlin vónar, at bæði næmingar, foreldur og onnur avvarandi fara at fáa stóra gleði av nýggju heimasíðuni.

– Hendan heimasíðan er munandi snøggari enn gamla heimasíðan, og hon kann nógv meira. Vit ætla eisini at brúka síðuna at fortelja familjum, ið flyta aftur til Føroya, um tað fjølbroytta skúlatilboðið, ið vit hava at bjóða, sigur Ólavur.

Tað er KREA, sum saman við skúlanum hevur ment nýggju heimasíðuna.
Heimasíðan eitur www.ffs.fo.