FSF Varpið: Viljormur vil vinna

ítróttur10-10-2018 - 08:07 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Undan venjingini á Tórsvølli fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljorm Davidsen, sum ógvuliga fegin vil vinna móti Aserbadjan.

Klokkan 19:45 komandi hósdag skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla triðja dystin í UEFA Nations League. Hópurin kom saman mánadagin, og í fyrsta umfari er fult fokus á fyrireikingarnar á dystin móti Aserbadjan, áðrenn vit sunnudagin skulu takast við Kosovo.

Undan venjingini fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljormur Davidsen, sum ætlar sær øll trý stigini hósdagin, og aftur trý stig sunnudagin. Viljormur greiður eisini frá tí sum hendi í umklæðingarrúminum beint aftaná reyða kortið, sum hann fekk í seinasta Superligadystinum fyri Vejle.

Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF.fo. Í løtuni eru umleið 500 atgongumerki eftir til dystin móti Aserbadjan. Pláss er fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=seMCTwuuI7c]