Ken Fagerberg leggur 07 Vestur á odda, og tað skuldi seinni vísa seg at blíva sigursmálið ímóti Skála

FSF Varpið: Øll málini í 17. umfari

ítróttur07-08-2017 - 22:54 -

Oddastríðið í fremstu deildini hjá monnum harðnaði, tá 17. umfar í EFFO-deildini varð spælt sunnudagin. Víkingur og KÍ taptu sínar dystir ímóti ávikavist HB og EB/Streymi, samstundis sum NSÍ vann greitt á TB/FCS/Royn.

Í niðara endanum í EFFO-deildini er eisini tætt. 07 Vestur vann á Skála, og nú eru bara fýra stig millum vágamenn og skálamenn, ið liggja hvør sínu megin niðurflytingarstrikuna.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll 19 málini, sum vórðu skoraði í 17. umfari.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=juugfAVTbos]