FSF Varpið: Bleytan maga undir frásøgn

ítróttur05-10-2018 - 10:01 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Hilmar Jan Hansen telist millum okkara royndastu ítróttarfrásøgufólk, og hevur upplivað mangt og hvat millum ár og dag í jakstranini eftir tí góðu søguni. Til ein dyst í Beograd fyri nøkrum árum síðani, var hann øgiliga kroystur.

Hann byrjaði sum blaðmaður á Dimmalætting 12. august í 1985, og síðan hevur runavíkingurin umboðað eina ørgrynnu av miðlum, til hann endaði á FM1, hvørs lurtarar nú hava gleði av hansara frásøgnum.

Tað var á landsliðsferð í Beograd, sum frásøgufólk fyri Útvarp Føroya, at Hilmar Jan kom í eina heldur kroysta støðu einaferð í 90-árunum.


- Kroystur er nokk ikki orðið. Suni Merkistein, Jónsvein Heinesen og eg vóru í Beograd. Vit fóru so út at eta tað eina kvøldið, og høvdu klárt og týðiliga fingið at vita, at vit ikki skuldu eta salatið, tí vatnið kundi innihalda bakteriur, sum vit ikki toldu so væl, fortelur Hilmar Jan.

- Vit endaðu so á eini fantastiska fittari matstovu, har ein spældi harmoniku, ein spældi violin, og so gingu teir og sungu. Vit sótu við eitt borð úti í túninum, búffurin var ófatiliga lekkur og sjálvandi endar tað við, at mann líka tekur og gafflar eina hálva tomat og eitt salatblað – ikki nógv, men eitt sindur av tí...

Vilt tú vita, hvussu søgan endar? Hoyr endan og fleiri aðrar góðar og stuttligar søgur í FSF Varpinum, sum hesaferð hevur vitjan av Hilmari Jan Hansen. Hoyr eisini, hvussu Hilmar Jan væntar, at leikur fer at ganga í 25. umfari í Betri Deildini, sum verður spælt leygardagin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=SDuUU6bfue4]