FSF: Útbyggingin nærkast endanum

ítróttur20-05-2020 - 19:25 - Jóanis Nielsen

Seinnapartin mikudagin varð skipað fyri lítlari samkomu á Tórsvølli, í samband við at nýggi bygningurin á vestaru síðuni nú er reistur


Arbeiðsmenn, arkitektar, ráðgevar, núverandi borgarstjóri og fyrrverandi borgarstjórar í Tórshavnar kommunu, umframt starvsfólk og nevndarlimir í FSF vóru komin saman, tá tað seinnapartin mikudagin varð skipað fyri reisigildi á Tórsvølli.

Løtan byrjaði við at Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya bjóðaði vælkomin, og í stuttum lýsti hann gongdina í samband við byggingina av Tórsvølli, frá tí at arbeiðið byrjaði seinast í 90’unum, og til dagin í dag.

Tórsvøllur er bygdur í tøttum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og FSF, og sigast má, at talan hevur verið um eitt langt og gott samstarv. Tilsamans hava seks borgarstjórar sitið í kommununi hesa tíðina. Teir eru Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Kristiansen, Leivur Hansen, Heðin Mortensen og nú Annika Olsen.

Annika Olsen og Heðin Mortensen søgdu eisini nøkur orð, áðrenn Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektar, kunnaði um arbeiðsgondgina, frá tí at stóra verkætlanin byrjaði fyri nógvum árum síðani, og til nú, tá nýggi bygningurin á vestaru síðu, ið kemur at rúma millum annað umklæðingarrúmum, goymslu, fjølmiðlum, umleið 1.500 áskoðarum og øðrum, er reistur.

Um alt gongur eftir ætlan, stendur Tórsvøllur liðugur um eitt lítið ár, og verður klárur til EM-endaspælið hjá U17-gentum, sum verður í Føroyum í apríl-mai 2021.

Torsvollur-1
Torsvollur-10
Torsvollur-11
Torsvollur-12
Torsvollur-13
+17

Myndir: Bjarni Enghamar