Føroyska U21-landsliðið til dystin ímóti Litava er sett - Mynd: www.fsf.fo.

FSF: U21: Hesir byrja ímóti Litava

ítróttur08-06-2017 - 14:58 - Jóanis Nielsen

Eli Hentze, landsliðsvenjari hevur nú sett føroyska U21-liðið, sum klokkan 16:00 í dag fer á vøllin í fyrsta undankappingardystinum til EM 2019.

- Vit gleða okkum at koma í gongd. Sjálvandi verður fari eftir øllum stigunum, og eg trúgvi uppá, at tað ber til. Soleiðis sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari undan fyrsta dystinum í undankappingini til EM 2019.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og nú fáir tímar eru til dysturin verður floytaður í gongd, hevur Eli Hentze, saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, sett liðið, sum byrjar ímóti Litavum.

Elias Rasmussen verður í mál. Á høgra bakki verður Benjamin Heinesen, meðan vinstri bakkur verður Erlendur Magnusson. Føroysku miðverjuna manna Bartal Wardum og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Jóannes Bjartalíð, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Meinhard Olsen. Í álopinum vera Teit Jacobsen og Hákun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan verða Karsten Hansen, Bjarni Petersen, Ari Olsen, Dan í Soylu, Petur Knudsen, Jann J. Benjaminsen og Høgni E. Nielsen.

U21 EM-undankappingardysturin millum Litava og Føroyar byrjar klokkan 16:00 føroyska tíð, og kann síggjast á www.fsf-livestream.com