FSF: U15 dreingir vunnu 2-1 móti AB Gladsaxe

18-10-2021 - 15:53 - Jóanis Nielsen

 U15 Dreingir // EfB Spar Nord Elite Cup: Jákup Henriksen og Aron Benjaminsen skoraðu málini fyri føroyska U15-landsliðið, sum sunnudagin vann 2-1 móti AB Gladsaxe

O7VESTUR skrivar:

Tíðliga í morgun var seinasti dystur hjá U15 landsliðnum leiktur á Efb Spar Nord Cup í Esbjerg.
Vit fegnast um at vit eiga tveir leikarar, ið vóru so eyðsýndir á liðnum. Jónas var ein av trimum, ið spældi í øllum dystunum, tó undantikið fyrra hálvleik í morgun.
Jákup byrjaði sum høgri bakkur í fyrsta dystinum, men endaði sum áleypari, og megnaði at skjóta 4 av teimum 5 málunum teir fingu.
Sera flott