FSF: 18 boðsendar til venjingarlegu í Danmark

ítróttur28-07-2020 - 11:35 - Jóanis Nielsen

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 12. til 20. august skal á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir eru á skránni

——————

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum. Fyri føroyska liðið verður talan um eina sera stóra uppgávu, har okkara gentur skulu royna seg ímóti fremstu og bestu londum í Evropa.

Og sum liður í fyrireikingunum til endaspælið, fer føroyski hópurin á venjingarlegu í Danmark í døgunum 12. til 20. august. Umframt venjingar, verða tríggir venjingardystir móti donskum liðum eisini á skránni.

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og til venjingarleguna í Danmark hevur hann úttikið hesar 18 spælararnar:

Victoria O. í Funningsstovu, B36
Jasmin M. Darvishi, B36
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Rakul í Soylu, AB
Gunnvá Lútzen, HB
Ida Mercy J. Chukwudi, HB
Sára B. Jespersen, HB
Maria V. Johansen, NSÍ
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Sarita Petersen, EB/Streymur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna K. Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Kristina Nattestad, 07 Vestur

Áðrenn fráferð til venjingarleguna í Danmark, eru fimm venjingar á skránni, sum verða á Tórsvølli, á Toftum, í Miðvági og í Leirvík.

EM-endaspælið komandi ár verður spælt frá 2. til 14. mai.