Froskmannafelagið, Kajakfelagið og Bátafelagið fáa serbygda flótibrúgv undir Bakka

Politikkur02-03-2018 - 16:16 - Jóanis Albert Nielsen

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldi, at geva Tórshavnar Froskmannafelag, Kajakfelagnum og Bátafelagnum eina serbygda flótibrúgv til virksemið hjá feløgunum

Tórshavnar Býráð vil fjálga um allar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv í høvuðsstaðnum, og tað er við hesum stevnumiði í huga, at vit hóskvøldið hava samtykt at keypa eina serútgjørda flótibrúgv til virksemið hjá Froskmannafelagnum, Kajakfelagnum og Bátafelagnum í Havn.
Feløgini hava sítt dagliga virksemi í Vágsbotni og undir Bakka við Tinganes, og flótibrúgvin verður løgd undir Bakka á uttaru síðu á bylgjubrótaranum innan fyri Skinnarasker.
Flótibrúgvin, sum lættir væl um hjá frítíðarfeløgunum, er eisini sniðgivin og laga eftir søguliga og hugtakandi umráðnum við Tinganes og Skinnarasker.
Á sumri 2016 samtykti býráðið at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum, sum vóru vorðin húsvill, tak yvir høvdið í gomlu kommunalu neystunum undir Bakka, sum feløgini leiga frá kommununi. Býráðið hevur eisini stuðlað feløgunum í at seta neystini í stand, og hetta arbeiðið er næstan liðugt.
Tórshavnar Froskmannafelag, Kajakfelagnum Bátafelagið eru – eins og hini frítíðar- og ítróttarfeløgini í Havn – virðismikil fyri høvuðsstaðin. Stuðulin, ið býráðið veitir frítíðarfeløgunum við Vestaru Vág, sæst aftur í lívgandi virkseminum á havnarlagnum, sum er við til at økja trivnaðin í okkara livandi høvuðsstaði.
Tá feløgini fingu gomlu neystini at búleikast í fyri umleið hálvum øðrum ári síðani, var samstundis avtalað, at feløgini sjálv skipa virksemið á økinum við felags reglum fyri økið og ognirnar innan fyri teir karmar, sum kommunan ásetir.
Eg ynski frítíðarfeløgunum við Vestaru Vág góðan virkishug á nýggju flótibrúnni og framhaldandi góðan trivnað í hesum søguliga og hugkveikjandi umhvørvi.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin