Frits Johannesen hevur framsýning á Countryfestivalinum

mentan11-06-2018 - 12:13 - Jóanis Nielsen

Hósdagin 14. Juni kl. 19. letur ein framsýning upp við verkum hjá Frits Johannesen í kirkjuhúsinum í Sørvági.

Hann sigur stutt frá umsína list við heitinum “Trúgv og list”og hugleiðir síðani um sjólívið hjá Theodor Johannesen, faðir Frits.

Framsýningin er opin hósdagin til kl. 22.00. Fríggjadagin og leygardagin frá kl. 19.00 til 23.00 og sunnudagin aftaná gudstænastuna.

Veri vælkomin.

Kirkjuráðið