Fríggjadagin letur Alvdis Kjølbro upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Mentan31-10-2018 - 22:26 - Jóanis Albert Nielsen

Alvdis er fødd og uppvaksin í Kunoy. Seinastu 50 árini hevur hon búð í Danmark.

Alvdis hevur havt fleiri framsýningar í Danmark, men hetta er fyrstu ferð hon sýnir fram í Føroyum.

Málningarnir eru við olju og acryl á lørift, Henni dámar væl litir og sæst hetta aftur á hennara málningum. Íblásturin fær hon úr føroysku og donsku náttúruni, har myndevnini eru landslagið, mentanin og árstíðinar.

Framsýningin er opin soleiðis:2 november kl.14 til 18

3 novembur kl. 10 til 18

4 november kl. 14 til 18

5 november kl. 10 til 18

6 november kl. 10 til 18