Kristian Johansen, starvsnevndnarformaður í HSF og Thora Augustinussen, sølustjóri hjá hvonn

Fremsta kvinnudeildin í hondbólti eitur nú Hvonn deildin.

ítróttur22-10-2014 - 20:02 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Fremsta kvinnudeildin í hondbólti eitur nú Hvonn deildin. Hondbóltssambandið kann í dag boða frá, at samstarvsavtala er gjørd við hvonn um fremstu kvinnudeildina.

Hvonn hevur í dag latið upp nýggja stásiliga matstovu í SMS og er hetta fjórða hvonn staðið í Føroyum. Hvonn er eisini í Hotel Tórshavn, Hotel Vágum og á flogvøllinum. HSF sær fram til eitt gott samstarv við Hvonn.