Mynd: Sandsportal.

Frelstu einglarnir tala at

politikkur29-03-2017 - 14:27 -

FRELSTU EINGLARNIR TALA AT

- og kasta tann fyrsta steinin, men gloyma at teir sjálvir búgva í einum “glashúsi”.

Trupulleikin er kortini tann, at atfinningar rína ikki við, og at óbeinleiðis sínámillum avtalur millum leiðslu og journalistar,tykist framvegis at galda - hvør skal sleppa fram at mikrofonini.

Mær kom til hugs orðini í sanginum “Ritukvæðið” hjá Kjartan Hoydal,tá hann yrkti“Syrgilig er henda søga, gloymið hana aldri meir”,tá eg nú um dagarnar læs viðmerkingarnar hjá ávísum journalistum til sendingina um “Bankamáli ll”, tá teir finnast hvassliga at journalistinum handan sendingina, Jan Lamhauge,fyri at hava klipt brot inn í sendingina, sum als einki hevur við sjálvt máli at gera.

Ikki tí, teir tykjast at hava púra rætt í sínum atfinningum, men gloyma púrasta tá teir sjálvir vóru ungir og sprelskir journalistar, vóru við til at fremja “karaktermorð”, sum á ein sera æru skemmandi hátt t.d. lýstu keypið av ferðaseðla-maskinunum sum SL og Bygdaleiðir fyri umleið 27 árum síðani keypti av m.ø. Øssur Wintereig, journalisti í SVF,sum eirindaleyst tveitti ein fyrrv. landsstýrismannábrellubitan í “Degi og Viku”,fyri at hava framt keyp av hesum tólum, uttan at hann so frætt sum fekk vart seg fyri manipuleraðu, óhøvuðsku viðmerkingum teirra í sendingini.

SVF manipuleraði tíðindini sum vóru send í Degi og Viku hetta kvøldið. Vit skulu heldur ikki gloyma dokumentarsendingina um “Millumbylgjusendaran í Akrabergi”, har somu journalistar gittu og manipuleraðuinnihaldið í sendingini fyri uml. 27 árum síðani. Vit skulu sjálvandi heldur ikki gloyma dokumentarin um “Gomlurætt”, sum var send um sama mundi.

Í dag trína somu journalistar fram sum “frelsandi einglar”, og finnast at, men gloyma sín egna manipulerandiviðmerkingarog tíðindaflutning. Eg meini tað.

Eg eri sannførdur um, at bæði KVF og fyrrv. SVF hava ein trupulleika við trúvirðinum, og at tað er neyðugt onkursvegna at rættað hesar trupulleikar, og møguleikin eigur at verða til staðar, nú stovnurin hevur hátíðarhildið 60 ára stovningardag sín.

Trupulleikin er kortini tann, at atfinningar rína ikki við, og at óbeinleiðis sínámillum avtalur millum leiðslu og journalistarnir tykjast framvegis at galda:hevur tú tey røttu sjónarmiðini, hvør ert tú, hvønn politiskan lit umboðar tú, hvønn ert tú í familju við, hvat er títt átrúnaðarliga støði, hvør er tín bústaður, er tú knýttur at rætta úrvalsliðnum á arbeiðsmarknaðinum, ert tú rætta listafólkið- ella rithøvundi v.m.,tykist framvegis at galda - hvør skal sleppa fram at mikrofonini.

Lasse Klein