Mynd: KVF.

Framvegis neyðugt at gera broytingar

vinna07-12-2017 - 22:47 - Jóanis Nielsen

Í morgin, fríggjadagin 8. desember 2017, verður 2. viðgerð av uppskotinum hjá samgonguni um sjófeingi (Løgtingsmál nr. 18/2017).


Tað eru ikki smávegis broytingar, sum lagt verður upp til í uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan.

Tað eru nógv viðurskifti, ið vit hava havt viðmerkingar til í Vinnunevndini; og tað eru nógv ræðandi punkt í uppskotinum.

Eitt av teimum er avtøkan av veiðuloyvum, og hvørjar avleiðingar tað hevur við sær, tá veiðuloyvini verða loyst frá stálinum.
Sum dømi kundi verið nevnt, at við uppskotinum 
hjá samgonguni er onki til hindurs fyri at 
skipini, sum higartil hava fiska í Barentshavinum 
(Enniberg, Gadus, Sjúrðarberg og Akraberg) 
vera sett inn í fiskiskapin undir Føroyum. 

Verður tað gjørt so megna hesi skip at 
fiska meginpartin av botnfiskinum, sum 
fiskaður verður undir Føroyum í einum fiskiári. 
Og vit spyrja: Eru vit veruliga so 
langt úti, at tað er ein slík skipan vit ynskja?
Annfinnur Garðalíð