Mynd: Nordlysid.fo

Framsýningin av livandi fiski og krabbadýrum á Føroya Sjómannadegi í vanda

Mentan08-08-2018 - 12:52 - Jóanis Nielsen

Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum samband við Føroya Sjómannadag, sum verða í Klaksvík tann 18. august sigur, at ein av best vitjaðu tiltøkunum á Føroya Sjómannadegi nú er í vanda orsaka av nýggju djóraverndarlóggávuni.

Framsýningin av livandi fiski og krabbadjórum v.m., sum hevur verið tíðandi partur av Føroya Sjómannadegi tey 14 árini sjómannadagar hava verið fyriskipaðir í Klaksvík, er í stórum vanda, sigur Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi.

- Trupuleikin hjá okkum er nýggja djóraverndarlóggávan, sum er markant broytt av løgtinginum í seinastu tingsetu. Sambært henni er ikki longur loyvt at forstýra krabbar og fisk óneyðugt‚ so tey verða stressað, les meira á Norðlýsinum her.