Framsókn vitjað vinnu í Vágum

Vinna16-10-2018 - 21:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vitjaði Framsókn fyritøkur í Vágum. Flokkurin vitjaði vinnur innan laks, vindeygu og el-innlegging. Á vitjanunum greiddu stjórarnir frá virkseminum, og Framsókn fekk innlit í arbeiðið hjá fyritøkunum og tær avbjóðingar, sum eisini eru.

Hjá Hiddenfjord vísti Atli Gregersen, stjóri, smoltstøðina á Fútakletti og tær umfatandi útbyggingarnar, sum fara fram har. Haraftrat varð víst fram á kryvjivirkinum í Sørvági. Starvsfólkini hjá Hiddenfjord eru eini 150 í tali. Fyritøkan framleiðir fyrstafloks laks til alheims marknaðin og hevur ment seg til eitt týðandi arbeiðspláss í Føroyum.

HDygd framleiðir vindeygu til føroyska marknaðin, umframt at eftirspurningurin eftir føroysku vindeygunum økist uttan fyri Føroyar. Stjórin, Jóhan á Mýrini, vísti bæði framleiðsluna í Miðvági og hana á Vatnsoyrum. Áleið 50 fólk eru í starvi hjá HDygd.

Thorfinn Nielsen rekur fyritøkuna við sama navni, sum fæst við el-innlegging, umframt at handil eisini er í bygninginum í Sandavági. Fyritøkan byrjaði í 1989, og í dag starvast 20 fólk hjá Thorfinni Nielsen Sp/f.

Við á vitjanini vóru landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, forkvinnan í løgtingsins fíggjarnevnd, Ruth Vang, forkvinnan í mentamálanevnd løgtingsins og býráðslimur í Eysturkommunu, Hanna Jensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, Bergun Kass umframt Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, Høgni Reistrup, Poul Clementsen og Karlot Hergeirsson.